Sól
Tað er gott at vera úti, tá sólin skínur. Vit skulu ikki renna undan sólini, men njóta hana við skili. Krabbamein í húðini er vanligt krabbameinsslag um okkara leiðir. Hetta tí mong hava ljósa húð, og tí ikki tola sólina í ov stórum nøgdum.
Sólráð
Krabbamein í húðini er tíbetur lætt at fyribyrgja, um tú bert fylgir fýra einføldum ráðum:
1. Skuggi. Sólin er sterkast millum kl. 12 og 15. Tá er skilagott at vera í skugganum ella hava steðgir frá sólini. Tær nýtist ikki at vera í beinleiðis sól, fyri at fáa lit.
2. Klæði. Sólhattur, klæði og skuggi er besta verjan móti at verða sólskáldað/ur. Leys, tættvovin úr bummull verja best.
3. Sólkrem. Mælt verður til at brúka sólkrem við í minsta lagi faktori (SPF) 15, har sum klæði ikki verja húðina. Í londum tættari við Ekvator verður mælt til sólkrem við faktori 30. Hóast tú brúkar solkrem, eigur tú ikki at liggja og steikja í sólini.
4. Sløkk solarium. Solarium økja munandi um vandan fyri krabba í húðini.
Verj børnini
Sólverja er umráðandi, serstakliga fyri børn. Tess oftari børn verða sólskáldað, tess størri er vandin at fáa krabbamein í húðini seinni í lívinum. Pinkubørn eiga als ikki at vera í sól og nýtast tí ikki at verða smurd í sólkrem.
D-vitamin og sól
Likaminum tørvar D-vitaminir fyri at kunna taka kálk og varðveita sterka beinagrind alt lívið. Harumframt fyribyrgja D-vitaminir sjúkum.
D-vitamin verður ment, tá uv-strálurnar frá sólini raka húðina. Hóast tú nýtur sólina við skili, brúkar sólkrem og ert í skugganum, fært tú ta neyðugu nøgdina av D-vitaminum.
Appin, UV-Indeks
Við ókeypis appini, ’Uv-Indeks’ ber til at fylgja við uv-indeksinum. Mælt verður til at brúka sólkrem, tá uv-indeksið er 3 ella meir.
Gott summar!

Børn og sól
Børn í sólini og á feriu
Børn skulu verjast móti vandamiklu UV-strálunum. Tað verður best gjørt við at at vera minni í beinleiðis sól millum kl. 12.00 og 15.00.
Halt Siesta
Hav steðg frá sólini í minsta lagi millum kl. 12.00 og 15.00. Tað er nevniliga í middagstímunum, at solin er sterkast, tí umleið helmingurin av dagsins samlaðu nøgd av UV-stráling fella júst tá. Tað nýtist ikki at vera keðiligt at halda siesta. Stutteleikið tykkum í skugganum við til dømis at spæla, lesa bøkur, byggja holur, fáa tykkum ein blund, tekna ella eta.
Nýt hatt
Lat børnini í hatt við breiðum skugga. Hatturin eigur at fjala høvur og oyru, og at skugga fyri andliti og nakka. Minst eisini til sólbrillur við bæði UVA- og UVB-verju.
Nýt leys og turr klæði
Lat børnini í víð klæði, sum koma niður á knæ og albogar. Vát klæði veita ikki somu UV-verju sum turr. Skift tí klæði, um tey eru vorðin vát.
Smyr við sólkremi
Smyr børnini við sólkremi, har ið húðin ikki er fjald av klæðum. Minst til nakka, nøs, oyru, andlit og føtur. Nýt ríkiligt av vatnføstum sólkremi við faktori 15 ella meiri, sum verjir fyri bæði UVA- og UVB-strálum. Í londum tætt við Ekvator kanst tú velja hægri faktor.
Smyr áðrenn tit fara út
Smyr við ríkiligum mongdum einar 20 minuttir áðrenn barnið fer út í sólina. Nýt einar 20 ml av sólkremi til ein heilan barnakropp. Tað svarar til ein barnalógva. Smyr aftur seinni um dagin.
At minnast til fyri at hava ’sóltrygga’ feriu
At pakka til sólferiuna:
• Tættvovin klæði – tey køla teg í hitanum og verja teg móti UV-strálunum frá sólini.
• Ein sólhatt við skugga allan vegin runt.
• Sólkrem við í minsta lagi faktori 15.
• Sólbrillur við bæði UVA- og UVB-filtri
• Siesta-spøl til børnini.
• Sólskjól (parasol) ella skuggatjald.
Hugskot til feriuna
• Kanna UV-indexið á staðnum.
• Fylg teim trimum sólráðunum: Siesta, Sólhatt og Sólkrem tá UV-indexið er 3 ella hægri.
• Ver sum íbúgvar á staðnum – et og drekk ikki í sólini – og halt siesta ella far í skuggan millum kl. 12.00 og 15.00.
• Verj tíni børn.
• Slepp tær at undan at verða sólskálda/ur, so tú sleppur undan at oyðileggja tína feriu.
kelda: www.cancer.dk
84% av føroyingum taka undir við 18 ára aldursmarki fyri at taka sól

Krabbameinsfelagið hevur latið kanning gera um vanar og hugburð hjá føroyingum til at taka sól. Spyr.fo stóð fyri kanningini, sum varð gjørd hin 9. januar í 2022. Spurd vórðu 500 fólk eldri enn 18 ár.
Týdningarmestu orsakirnar til húð- og móðurmerkjakrabbamein eru ov nógv sól og sólskáldingar, serliga í barndómi og ungdóminum. Eisini er greitt, at sjálvt avmarkað nýtsla av solarium kann vera vandamikil. Sól og solarium eru orsakir til móðurmerkjakrabba, tí uv-strálurnar kunnu skaða kyknurnar í húðini.
Upp á spurningin, um tey nakrantíð hava tikið sól, siga 45% seg hava roynt tað einstakar ferðir, meðan 18% siga seg ongantíð hava roynt tað.
32% siga seg hava roynt tað, men at tey eru givin. Tá ið tey verða spurd, hví tey eru givin, svara 41%, at tað hevur ikki týdning fyri tey at vera brún, og 43% svara, at tey ikki tora av ótta fyri húðkrabba.
Tað eru 4%, sum siga, at tey taka sól regluliga. Gallup gjørdi samsvarandi kanning í 2013, og tá svaraðu 10%, at tey tóku sól regluliga. Væl vitandi, at tað ikki ber til beinleiðis at samanbera tvey ymisk sløg av kanningum, loyvir Krabbameinsfelagið sær kortini at meta hetta sum eina ábending um, at talið er lækkað, og hetta fegnast vit um.
Spurd, hvussu gomul tey vóru, tá ið tey tóku sól fyrstu ferð, siga 44%, at tey vóru yngri enn 18 ár. At taka sól er serliga vandamikið fyri børn og ung, so tað er stórt spell, at so mong vóru yngri enn 18 ár.
Av teimum, sum svaraðu kanningini hjá Spyr.fo, vóru 18%, sum høvdu børn millum 14 og 18 ár. Tey vórðu spurd, um børnini høvdu tikið sól. 24% svaraðu, at børnini høvdu roynt tað einstakar ferðir, og 7% at børnini taka regluliga sól. Her er talan um smá tøl, sum tí skulu takast við serligum fyrivarni.
Hóast tølini eru smá, gevur hetta okkum eina ábending um, at tað framvegis eru ung undir 18 ár, sum taka sól. Tískil kann man siga, at lógin um 18 ára aldursmark ikki verður fylgd nóg væl. Hetta halda vit er stórt spell. Tí mæla vit til, at lógin verður broytt til eisini at umfata privatar sólstøðir, og at tær verða mannaðar.
Í kanningini hjá Spyr.fo sæst eisini, at 84% av føroyingum taka undir við 18 ára aldursmarki fyri at taka sól. Í mai í 2015 varð ásett við lóg, at tað ikki er loyvt at selja solarium til persónar yngri enn 18 ár. Fevnd av lógini eru kommunalir- og landsstovnar o. líkn. Lógin tekur ikki støðu til ómannaðar sólstøðir. Tað vil siga, at einki forðar ungfólki undir 18 ár at leggja seg undir solarium á ómannaðum sólstøðum.
Í kanningini varð eisini spurt, um svargevarnir høvdu varnast skelti, sum upplýsa um vandan við at taka sól. Her svaraðu 71%, at tað høvdu tey ikki varnast. Sigast kann, at privatir útbjóðarar ikki eru fevndir av solariumlógini, og tí ikki hava skyldu at upplýsa um hetta, men Krabbameinsfelagið metir, at tað kortini hevði klætt teimum at upplýst um vandan, serliga tá ið hugsað verður um børn og ungfólk.
Krabbameinsfelagið metir, at kanningin hjá Spyr.fo er greið ábending um, at tað eisini framyvir eigur at verða kunnað um týdningin av skilagóðum sólvanum og at sløkkja solarium: “Børn og ung kunnu hava ilt við at síggja fyri sær langtíðar árinið av at taka sól. Tí ætlar Krabbameinsfelagið eisini at halda fram at virka fyri 18 ára aldursmarki fyri at taka sól. Solariumlógin frá mai í 2015 var eitt fet rætta vegin, men vit meta ikki, at hon nóg væl avmarkar, at børn og ung taka sól, eftirsum lógin bara fevnir um lands- og kommunalar stovnar og ikki tekur støðu til ómannað solarium. Sambært kanningini er líkt til, at mong taka undir við okkum.”
Kanningin kann lesast her:
Faldari
