Kostur

Nógv er granskað í sambandinum millum kost og krabbamein. Gransk arar eru samdir um, at kostur kann elva til krabbamein, men haldgóð prógv fyri saman hanginum eru ikki. Gransking bendir tó á, at frukt og grønmeti fyribyrgja ávísum krabbameinssløgum, meðan reytt kjøt økir um vandan fyri at menna krabbamein, hóast hetta sambandið er óvist.

Títtleikin av fleiri krabba meinssløgum er minni í Suður evropa enn norðanfyri. Mett verður, at atvoldin til hetta er kostur við lægri innihaldi av djórafeitti og kjøti og hægri innihaldi av fiski, olivenolju, grønmeti, frukt, kornúrdráttum og hóvligari nýtslu av rúsdrekka. Hóast ábendingar eru um eitt samband, er tað ikki prógvað.

Tilmælt verður tó at eta nógva frukt og nógv grønmeti.

No items found.