Tá onkur doyr - Vegleiðing frá skiftirættinum

Kelda:Sorenskrivarin í Føroyum

Tá fólk doyr heima er umráðandi at avvarðandi venda sær til Skiftirættin skjótast gjørligt og boða frá. Tað er skyldan hjá avvarðandi og verður hetta ikki gjørt kann tað taka longur tíð at fáa gjørt búgvi upp. Havast skal í huga at tá fólk doyr verða allar bankakontoir hjá viðkomandi, stongdar, eisini tær, ið møguliga eru felagskontoir. Tað er Skiftirætturin, ið ræður yvir virðum og ognum, sum tann deyði átti, til avgerð er tikin um, hvussu búgvið skal viðgerast.

Avgreiðsla í Skiftirættinum

Opið gerandisdagar 9-15
Telefon +298 35 84 00

Telefontíð í skiftirættinum

Til ber at venda sær til skiftirættin umvegis telefonina mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 9 – 12.

Uttan fyri telefontíðina kanst tú, um tín fyrispurningur ikki kann bíða, senda ein teldupost til okkum á sks@sorinskrivarin.fo. Minnist til at viðmerkja SKS-nr. um fyrispurningurin er um eitt mál, sum er í gongd. Tú verður síðani ringdur upp av einum starvsfólki í skiftirættinum.

Les meira á heimasíðuni hjá Sorinskrivaranum her.