Fíggjarligur stuðul
Krabbameinsfelagið veitir fíggjarligan stuðul til fólk, ið eru sjúk av krabbameini úr Hjálpigrunninum hjá Krabbameinsfelagnum
Krabbameinsfelagið umsitur eisini Team Rynkeby Føroyar Grunnin, sum er grunnur, ið veitir stuðul til familjur, sum hava børn, sum eru lívshættisliga sjúk og veitir stuðul til gransking.
Hjálpigrunnurin hjá Krabbameinsfelagnum
Stuðul kann verða veittur til sjúkligar, sum innanfyri 2 ár, hava verið í viðgerð fyri krabbamein. Umsøkjarin skal vera búsitandi í Føroyum. Stuðul kann søkjast m.a. til ferðaútreiðslur og tá ein vegna sjúkuna, fær eyka útreiðslur ella vánaligar fíggjarumstøður.
Stuðulin, áljóðandi kr. 3.000,-, verður veittur eina ferð, og bert, um peningur er tøkur í grunninum.
Um tú fær játta stuðul frá Krabbameinsfelagnum verða tínar upplýsingar goymdar í dátagrunni felagsins. Persónupplýsingar verða einans viðgjørdar og nýttar, við atliti til tína umsókn, í trúnaði og í samsvari við galdandi lóggávu um dátutrygd. Niðanfyri eru tíni rættindi lýst, og hví og hvussu tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar:
Dátuábyrgdari:
Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
Postsmoga 1216
FO-110 Tórshavn
Sum skrásett/ur hevur tú rætt til at fáa innlit í, hvat vit hava skrásett, fáa rættað skeivleikar og at fáa strikað ella avmarkað upplýsingarnar. Skriva til kmf@krabbamein.fo ella ring á telefon 317959 gerandisdagar millum 13.00 og 15.00.
2. Endamáli við viðgerðini av persónupplýsingunum
Upplýsingarnar verða brúktar fyri at kunna viðgera tína umsókn og fyri at kunna rinda út fíggjarligan stuðul
Krabbameinsfelagið viðger persónupplýsingar sum navn, sambandsupplýsingar, kontonummar, p-tal og upplýsingar um tína heilsustøðu. Krabbameinsfelagið hevur loyvi frá Dátueftirlitinum at savna inn og viðgera hesar upplýsingar, sum lýst í nr. 2.
3. Hvaðan koma upplýsingarnar?
Upplýsingarnar koma frá tær tá ið tú fyllir út skjal fyri at søkja um fíggjarligan stuðul.
Tú kann til eina og hvørja tíð spyrja um hvørjar upplýsingar vit hava um teg, fáa rættað skeivleikar og at fáa strikað ella avmarkað upplýsingarnar. Tað gert tú við at seta teg í samband við dagliga leiðaran á Krabbameinsfelangum, Jansy Gaardlykke á telefon 317959.
Um tú hevur spurningar til mátan vit goyma og nýta tínar upplýsingar kann tú seta teg í samband við okkum á kmf@krabbamein.fo. Um tú er ónøgd/ur við háttin við viðgera tínar upplýsingar, kann tú seta teg í samband við Dátueftirlitið á www.dat.fo ella á telefon 309100.
4. Hvussu leingi persónupplýsingarnar verða goymdar
Krabbameinsfelagið goymir tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt sambært §13 í Løgtingslóg nr. 23 um bókhald “Tann bókhaldsskyldugi skal varðveita roknskapartilfarið á tryggan hátt í 5 ár frá endanum av tí roknskaparári, sum tilfarið viðvíkur. Tilfarið skal varðveitast soleiðis, at tilfarið í øllum varðveitslutíðarskeiðinum sjálvstøðugt og eintýtt kann verða funnið fram.“
5. Geva upplýsingar víðari
Krabbameinsfelagið gevur upplýsingarnar víðari til nevndina fyri Hjálpigrunnin hjá Krabbameinsfelagnum. Tað er nevndin, ið viðger og játtar/noktar umsóknina.
Team Rynkeby Føroyar Grunnurin
Stuðul kann verða veittur til føroyskar familjur við børnum, ið hava lívshættisliga sjúku. Stuðul kann m.a. søkjast til ferðaútreiðslur og tá ein vegna sjúkuna, fær eyka útreiðslur ella vánaligar fíggjarumstøður.
Um tú fær játta stuðul frá Krabbameinsfelagnum verða tínar upplýsingar goymdar í dátagrunni felagsins. Persónupplýsingar verða einans viðgjørdar og nýttar, við atliti til tína umsókn, í trúnaði og í samsvari við galdandi lóggávu um dátutrygd. Niðanfyri eru tíni rættindi lýst, og hví og hvussu tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar:
Dátuábyrgdari:
Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
Postsmoga 1216
FO-110 Tórshavn
Sum skrásett/ur hevur tú rætt til at fáa innlit í, hvat vit hava skrásett, fáa rættað skeivleikar og at fáa strikað ella avmarkað upplýsingarnar. Skriva til kmf@krabbamein.fo ella ring á telefon 317959 gerandisdagar millum 13.00 og 15.00.
2. Endamáli við viðgerðini av persónupplýsingunum
Upplýsingarnar verða brúktar fyri at kunna viðgera tína umsókn og fyri at kunna rinda út fíggjarligan stuðul
Krabbameinsfelagið viðger persónupplýsingar sum navn, sambandsupplýsingar, kontonummar, p-tal og upplýsingar um tína heilsustøðu. Krabbameinsfelagið hevur loyvi frá Dátueftirlitinum at savna inn og viðgera hesar upplýsingar, sum lýst í nr. 2.
3. Hvaðan koma upplýsingarnar?
Upplýsingarnar koma frá tær tá ið tú fyllir út skjal fyri at søkja um fíggjarligan stuðul.
Tú kann til eina og hvørja tíð spyrja um hvørjar upplýsingar vit hava um teg, fáa rættað skeivleikar og at fáa strikað ella avmarkað upplýsingarnar. Tað gert tú við at seta teg í samband við dagliga leiðaran á Krabbameinsfelangum, Jansy Gaardlykke á telefon 317959.
Um tú hevur spurningar til mátan vit goyma og nýta tínar upplýsingar kann tú seta teg í samband við okkum á kmf@krabbamein.fo. Um tú er ónøgd/ur við háttin við viðgera tínar upplýsingar, kann tú seta teg í samband við Dátueftirlitið á www.dat.fo ella á telefon 309100.
4. Hvussu leingi persónupplýsingarnar verða goymdar
Krabbameinsfelagið goymir tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt sambært §13 í Løgtingslóg nr. 23 um bókhald “Tann bókhaldsskyldugi skal varðveita roknskapartilfarið á tryggan hátt í 5 ár frá endanum av tí roknskaparári, sum tilfarið viðvíkur. Tilfarið skal varðveitast soleiðis, at tilfarið í øllum varðveitslutíðarskeiðinum sjálvstøðugt og eintýtt kann verða funnið fram.“
5. Geva upplýsingar víðari
Krabbameinsfelagið gevur upplýsingarnar víðari til nevndina fyri Team Rynkeby Føroyar Grunnin hjá Krabbameinsfelagnum. Tað er nevndin, ið viðger og játtar/noktar umsóknina.
Tá tit søkja stuðul
Báðir grunnarnir verða stjórnaðir av 3-manna nevnd, har formaðurin í Krabbameinsfelagnum er fastur limur í Hjálpigrunninum og barnalækni er formaður í Team Rynkeby Føroyar Grunninum.
Umsóknir kunnu sendast til Krabbameinsfelagið á teldupost: kmf@krabbamein.fo
ella við posti til:
Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
Postboks 1216
FO-110 Tórshavn
Um tú hevur spurningar ella tørvar hjálp við umsóknini, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon +298 31 79 59.