Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gerst limur

Børn og sorg

Tá ið børn uppliva, at onkur í nærmastu familjuni er álvarsliga sjúkur ella doyr, ræður um at hava í huga, at mátin, barnið syrgir uppá, botnar í, at tað ikki bara er ein avvarðandi hjá barninum, sum er deyður ella er álvarsliga sjúkur, men at tað harumframt eisini eru lívskorini hjá barninum, sum eru kollveltandi broytt.

Undirvísingartilfar á føroyskum um sorg

UNDIRVÍSING: Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga her. Lær um sorg er spildurnýtt undirvísingartilfar á føroyskum, sum er ætlað næmingum í 1.-6. flokki í fólkaskúlanum. Tað eru Krabbameinsfelagið og Berin, sum hava fingið loyvi frá danska Kræftens Bekæmpelse at brúka teirra undirvísingartilfar í Føroyum, og Nám hevur týtt tilfarið til føroyskt. Tilfarið finnur tú her https://snar.fo/larumsorg

Sorg og einsemi‍

Nógv børn, sum syrgja, kenna seg einsamøll og uppliva, at javnaldrarnir og floksfelagarnir hava trupult við at skilja tey. Endamálið við undirvísingartilfarinum Lær um sorg er, at eingi børn skulu vera einsamøll við sorgini. Børn og ung skulu tí læra um sorg í skúlanum og um, hvussu tey kunnu stuðla og vera góðir vinir hjá einum floksfelaga ella vini, sum syrgir.

Læra at vísa og skilja kenslur‍

Talan er um rúgvismikið og forvitnisligt tilfar, sum millum annað fevnir um: ítøkiligar uppgávur til ymisku aldursbólkarnar, uppskot um floksprát og spurningar, filmar og nógv góð dømir um, hvat sorg er. Ígjøgnum rørslur, tekningar, samrøður og annað læra næmingarnar bæði at vísa, skilja og seta orð á ymiskar kenslur. Eisini lærararnir fáa vegleiðingar og arbeiðsætlanir, so tey eru so væl ílatin og fyrireikað til uppgávuna sum til ber.

Gott og virðismikið samstarv‍

Samstarvið millum Krabbameinsfelagið, Beran og Nám hevur riggað einastandandi væl. Tilfarið er nú liðugt og er lagt á snar.fo

Allir partar í samstarvinum eru á einum máli um, at hetta er stórt framstig í arbeiðinum við sorg. Tað fer heilt víst at hjálpa børnum og ungum, sum syrgja, og eisini øllum rundan um tey at skilja og handfara sorg betur.

‍

Skúlar og stovnar hava ein týdningarmiklan leiklut

Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet, tá sorg, sjúka og deyði kemur inn í livið hjá børnunum. Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til skeið og fyrilestur um, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja.

Krabbameinsfelagið hevur fleiri ferðir skipað fyri skeiði í sorgartilbúgving. Fyrstu ferð var í 1998, aðru ferð í 2000, triðju ferð í 2005 og aftur í september 2022.

Soleiðis, sum vit hava innrættað samfelagið í dag, eiga vit eisini at hugsa um at inndraga tey vaksnu, sum frá mánadag til fríggjadag eru um barnið í dagtímunum - ofta í nógv størri mun enn foreldrini sjálvi. T.v.s. námsfrøðingar, hjálparfólk, lærarar, heilsustarvsfólk, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, prestar og starvsfólk í frítíðartilboðum. Umframt onnur avvarðandi sum eru rundanum barnið.  Øll hesi kunnu hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at barnið kemur trygt ígjøgnum barnaárini hóast sorg, sakn og pínu.

Sorgartilbúgving – at síggja og stuðla børnum í kreppu

Sorg er ikki ein sjúka, men ógvislig lívskor hjá okkum menniskjum. Vit vaksnu eru sum heild betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Vit vita, at sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg standa einsamøll í sorgini. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg geva børnunum enn fleiri trupulleikar at dragast við. Skeiðið skal tí styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin.

Miðað verður eftir, at allir skúlar, barnagarðar og stovnar, ið varða av børnum, hava eina sorgartilbúgving. Sorgartilbúgvingin skal hava greiða ætlan og neyvar leiðreglur fyri, hvussu borið skal verða at í kreppustøðum sum hesum, tá ið børn verða rakt av sorg. Fleiri skúlar og barnagarðar í Føroyum hava slíkar ætlanir, men málið er at øll skulu hava eina tilbúgving, ið er laga til tørvin hjá hvørjum einkultum skúla ella stovni.

Børnini koma til orðanna

Elisa og Laila høvdu ein sjúkan beiggja

Jógvan Jón misti mammu sína

Eva misti pápa sín

Skeið um børn og sorg

Hvussu hjálpa vit børnum at syrgja?

Krabbameinsfelagið skipaði í døgunum 26. -  29. september 2022 fyri tiltakið um børn og sorg. Yvir fýra dagar varð skipað fyri almennum fyrilestri og undirvísing um hvussu vit kunnu hjálpa børnum, sum syrgja. Undirvísingin í Norðurlandahúsinum varð bandað og liggur nú her, til fría nýtslu hjá skúlum, stovnum og øðrum, ið kunnu hava áhuga í hesari undirvísing.

Setan av skeiði

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar vælkomin og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis – og mentamálum setur dagin

Fyrilestur um børn og sorg - 1. partur

Fyrilesturhaldari er Per Bøge, leiðari fyri Omsorg hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark

Fyrilestur um børn og sorg - 2. partur

Fyrilesturhaldari er Per Bøge, leiðari fyri Omsorg hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark

At taka hond um børn sum syrgja í skúla

Otto Gram, varðaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla heldur fyrilestur, um hvussu tey á teirra skúla taka hond um børn sum syrgja

Fyrilestur um børn og sorg - 3. partur

Fyrilesturhaldari er Per Bøge, leiðari fyri Omsorg hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark

Fyrilestur um børn og sorg - 4. partur

Fyrilesturhaldari er Per Bøge, leiðari fyri Omsorg hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark
Um skeiði

Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini. Tí hava Krabbameinsfelagið og Undirvísingarstýrið tikið stig til eitt skeið um, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja.

Sorg er ikki ein sjúka, men ógvislig lívskor hjá okkum menniskjum. Vit vaksnu eru sum heild betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Vit vita, at sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg standa einsamøll í sorgini. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg geva børnunum enn fleiri trupulleikar at dragast við. Skeiðið skal tí styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin.

Skeiðsleiðari var Per Bøge, barna- og ungdómsleiðari í Kræftens Bekæmpelse í Danmark. Eisini var Otto Gram, lærari á Tvøroyri og Mirjam Johannesen, leiðari á dagstovninum Sólareyga í Tórshavn og søgdu frá, hvussu tey hava arbeitt við sorgartilbúgving.

Tak niður framløguna hjá Per Bøge (pdf)

Faldarar

Hvussu er tað at fáa krabbamein, ella at hava eitt familjulim við krabbameini, tá tú ert barn? Finn vitan og íblástur til stuðul til børn og ung, sum annaðhvørt eru avvarðandi ella sjálvi fáa krabbamein.

Forældrenes bog
Kræftens bekæmpelse DK
Tak niður PDF
Når far eller mor får kræft
Kræftens bekæmpelse DK
Tak niður PDF
Min morfar, min supermand
Kræftens bekæmpelse DK
Tak niður PDF
Er din far eller mor død
Det Nationale Sorgcenter DK
Tak niður PDF
Er din søster eller bror død
Det Nationale Sorgcenter DK
Tak niður PDF
16 gode råd fra unge der har mistet
Det Nationale Sorgcenter DK
Tak niður PDF
Når foreldre dør
Kreftforeningen NO
Tak niður PDF
Mor eller far er alvorlig syk
Kreftforeningen NO
Tak niður PDF
Se meg, hør på meg og snakk med meg!
Kreftforeningen NO
Tak niður PDF
Se meg lærer!
Kreftforeningen NO
Tak niður PDF

Lán bøkur frá bókasavn felagsins

Til ber eisini at lána bøkurnar frá Krabbameinsfelagnum.

Farvæl, harra Muffin
FO
Loftar tú mær
FO
Systir mín er ein eingil
FO
Barnet og træet
DK
Den hvide engel
DK
Larver og guldsmede
DK
Mor, må jeg få din pc, hvis du dør?
DK
Tårer uten stemme
NO
Kræften og kræfterne
DK
Jeg vil gerne tale om min sorg
DK
Tab og sorg
DK
Min usynlige søn
DK
Sorg hos børn - en håndbpg for voksne
DK
Døden - en overlevelses guide
DK
Du skal huske at fodre din søhest
DK
Da Gustavs søster blev syg - og alt blev anderledes
DK
Min far spiller fodbold i himlen
DK
Den dag min mor fik kræft
DK
Da Sara fik kræft
DK
Sorg Handleplan 2.0
DK
Børn som pårørende
DK
Stemmer vi glemmer
DK
Håndbog for sorggruppeledere i skoler
DK
Små børns sorg
DK