Rúsdrekka

Samband er ávíst millum rúsdrekka og krabbamein. Í londum við há inntøkum er mett, at 5 prosent av samlaða deyðatalinum vegna krabbamein standast av rúsdrekka. Vandin fyri at fáa krabbamein økist við nøgdini av nýttum rúsdrekka og tykist ikki at vera ávirkað av drekkimynstrinum ella av, hvat slag av alkoholiskum drykkjum verður nýtt.

Ávíst er, at rúsdrekka økir um vandan fyri krabbameini í munnholu, svølgi, barkakýla og vælindi. Vandin hevur lyndi til at økjast við mongdini, men til ber ikki at áseta eitt týðiligt lágmark, har ongi árin eru. Um tú eisini roykir, økist vandin munandi. Vandin fyri nevndu krabba meinssløgum hevði verið sera lítil, um fólk í evropeisku londunum hvørki drukku ella royktu.

Rúsdrekka økir um vandan fyri 7 ymsum sløgum av krabba:

  • Krabbamein í munnholuni
  • Krabbamein í svølgrúminum
  • Krabbamein í vælindinim
  • Krabbamein í barkanum
  • Krabbamein í bróstinum
  • Krabbamein í livrini
  • Krabbamein í langanum (tjúkktarmi) og í baktarminum

Drekk við máta, tí rúsdrekka hevur skaðiliga ávirkan.

Krabbamein og rúsdrekka
  • WHO hevur bólkað rúsdrekka við vissu at vera krabbameinselvandi
  • Rúsdrekka og royking forsterka virkningin av hvør øðrum og vandin fyri at fáa krabbameinm meira øktur
  • Rúsdrekka forsterkar virkningin av øðrum krabbameinselvandi evnum so sum tubbak
  • Rúsdrekka ávirkar tey kvinnuligu kynshormonini (østrogen)
  • 4000 danskara doyggja árliga av sjúkum og ólukkum, ið eru tengdar at rúsdrekka
  • Vandin fyri at fáa krabbamein økist við mongdini av rúsdrekka, ið verður drukkin
  • Uml 8 % av monnum og 3% av kvinnum, ið fáa krabbamein eru orsakað av rúsdrekka. Í DK svarar tað til 1800 danskarar ( FØ = 18 føroyingar )  
  • Rúsdrekka økir eisini um vandan fyri øðrum fylgisjúkum og skaðum, baði fysiskt, sálarliga og socialt.  
Fyribyrging av krabbameini, ið kemst av rúsdrekka
  • Fyri heilsuna – drekk sum minst
  • Byrja við ungdóminum
  • Útseta byrjan (alkoholdebut) hjá ungum
  • Minka um rúsdrekka nøgdina, ið verður drukkin – drekka sum minst
  • Skapa ein sunnari rúsdrekkakultur millum ung
  • Meira upplýsing og kunning til ung og til foreldur
  • Heldur verða full/ur av lívi enn full/ur av rúsdrekka

Kelda:
Kræftens bekæmpelse www.cancer.dk
Fólkaheilsuráðið www.folkaheilsa.fo

Góð ráð til foreldur

https://www.fuldafliv.dk/

No items found.