Krabbamein og kynslív
Trupulleikar við kynslívinum eru vanlig hjáárin, tá ið krabbamein er staðfest og viðgerðin er byrjað.
Krabbameinssjúka og serliga viðgerðin kann broyta nógv í kynslívi og nærleika hjá tí sjúka.
Hóast tað er torført hjá tí sjúka og makanum at tosa um alskhug, og nærleika, kann tað vera umráðandi at biðja heilsustarvsfólk um vegleiðing og kunning um broytingar, sum kunnu gera um seg í kynslívinum orsaka av sjúku og viðgerð.
Kynslív er ofta eitt tabuevni bæði hjá sjúklingum og heilsustarvsfólki. Krabbameinssjúklingar skava ofta út yvir trupulleikar við nærleika og kynslívi – nógv tey flestu og makarnir eru illa við at skula tosa um so viðbrekin mál. Tí eigur heilsustarvsfólkið altíð at taka evnið upp og geva ráð og stuðul – eftirsum tey eru mett serfrøðingar í eygunum á sjúklingum, og sjúklingar vænta, at tey taka málið upp.

Alt, tú vildi vita um tína kynsligu heilsu, men ikki tordi at spyrja um
Trupulleikar við kynslívinum hoyra til vanligastu hjáárinini, tá ið krabbamein er staðfest og viðgerðin er byrjað. Upplivir tú, at likamligar, kensluligar og sosialar broytingar ávirka, hvussu tú hevur tað kynsliga, ert tú ikki tann einasti/a.
Hesin faldarin kann hjálpa tær og gera tað lættari at seta orð á og fáa ráð og vegleiðing í mun til trupulleikar við kynslívinum.
Alt, sum heilsustarvsfólk áttu at prátað við sjúklingarnar um, men kanska hava ilt við at seta sjøtul á
Ólag í kynslívinum og nærleika eru vanligar fylgjur av krabbameini og krabbameinsviðgerð. Hjá ymsum fólkum við ymsum krabbameini og undir ymsum viðgerðum verður mett, at ólag rakar frá 20% til 100% og fevnir bæði um likamligar og sálarligar orsøkir.
Kynsligir trupulleikar elvdir av vanligum krabbameinsviðgerðum kann hava við sær iðran, tunglyndi, samlívstrupulleikar o.a., sum skerjir lívsgóðskuna ógvisliga. Tí er neyðugt at tosa um ringar fylgjur av viðgerðini á kynslívið og at hjálpa sjúklingum at taka sær av teimum.
Hesin faldarin kann hjálpa og gera tað lættari at seta sjøtul á og geva ráð og vegleiðing í mun til trupulleikar við kynslívinum.