Seinárin og hjáárin
Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri verða frísk. Tað eru tíverri nógv sum fáa seinárin av sjúkuni og viðgerðini. Seinárinini kunnu vera til stóran ampa, og tey kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin. Tað er umráðandi at venda sær til lækna um tú hevur seinárin av krabbameinssjúku og viðgerð. Í nógvum førum ber til at fáa hjálp, viðgerð og linnan fyri seinárin.
Tað kann verða trupult at finna góð ráð og vegleiðing í mun til hjáárin og seinárin av krabbameinssjúku og viðgerð. Á heimasíðuni hjá Kræftens Bekæmpelse er sera nógv at lesa um hjáárin og seinárin.
Faldarar
Niðanfyri eru eisini nakrir faldarar, tú kanst taka niður, um seinárin og hjáárin.



Lymfødem er ein varandi sjúka, sum kemur av ov nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum. Hetta vísur seg serliga við, at bein og armar hovna. Nógvir føroyingar hava lymfødem. Sjúkan kann raka øll, tó rakar hon serliga kvinnur.
Lymfødem kemur í fyrsta lagi helst av viðføddum breki í gróðrarvatnsæðrunum. Hetta kann vera arvaligt, og byrjar ofta í kynsbúningaraldrinum ella seirrni.
Lymfødem kemur í øðrum lagi ofta eftir skurðviðgerð, har gróðrarvatnsknútar verða tiknir, ella eftir stráluviðgerð. Krabbamein er størsta orsøkin til hetta slagið av lymfødem, men sjúkan sæst eisini eftir skurðviðgerðir, so sum fyri æðraknútar.
Viðgerð
Í dag fæst viðgerð, sum minkar um trotið. Undir fyrstu viðgerðini verður gróðrarvatnið veitt burtur, bind verða løgd um, og stórur dentur verður lagdur á húðrøkt og venjing. Hendan viðgerð fer fram í umleið fýra vikur. Mál verða tikin til styðjusokkar ella -handskar, sum skulu brúkast, tá henda viðgerðin er liðug.
Eftirviðgerð verður givin eftir tørvi. Gróðrarvatnið verður veitt burtur, bind løgd um, eins og tosað verður um, hvussu ein eigur at bera se at í tí dagliga og um kanningar framyvir.

Seinárin eftir krabba
Her eru nakrir filmar, sum Kræftens Bekæmpelse og Senfølgeforeningen hava framleitt, um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð.