Hjálp frá sosialráðgeva

Tørvar tær hjálp frá sosialráðgeva, ert tú vælkomin at venda tær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.

Krabbameinsjúka kann eisini ávirka sosialu støðuna hjá tí sjúka og avvarðandi, og nógvir sosialir spurningar koma upp at venda. Vit bjóða tí ókeypis ráð og vegleiðing frá einum sosialráðgeva.

Sosialráðgevin kann hjálpa tær við at loysa ymiskar sosialar spurningar, so sum ymisk rættindir í mun til fíggjarstøðu, sjúkrameldan, eftirløn, ansingarløn o.a.

Sosialráðgevi

Sosialráðgevi Leif Olsen