Prostatabólkurin

Ein bólkur fyri menn

Prostatabólkurin er ein bólkur fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba.

Bólkurin varð settur á stovn so at menn í Føroyum skuldu hava eitt  stað at hittast og fáa hjálp og stuðul frá øðrum í somu støðu.

Tað eru bert menn sum eru limir í bólkinum.

Saman við øðrum

At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tungt og ávirka alla tilveruna, viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

At hitta menn í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.

Um bólkin

Formaðurin í bólkinum er Eirikur Ó. Simonsen. Eirikur hevur sjálvur havt prostatakrabba og hevur verið formaður í bólkinum síðani bólkurin bleiv stovnaður.

Bólkurin skipar fyri hugnaløtum, limafundum og øðrum tiltøkum.

Tað er ókeypis at verða limur í bólkinum.

Ynskir tú at gerast limur í bólkinum ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Formaður í bólkinum er Eirikur Ó. Simonsen