Heim
Fá hjálp
Fyribyrging
Um krabba
Um felagið
Stuðla
Stuðla
Gransking
Tíðindi um gransking
Tíðindi um gransking
21/1/2025
Granskingarverkætlan um barnakrabba í Føroyum
Nú fer ein nýggj verkætlan av bakkastokki um barnakrabba í Føroyum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein.
16/1/2025
Granskingarverkætlan kannar ultraljóð sum partur av framtíðar krabbameinsviðgerðini
Nú er framkomið ultraljóðtól komi á onkologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, og umboð frá GE HealthCare, Trine Dupont, hevur undirvíst starvsfólkunum í ambulatoriinum. Tólið, ið er eitt hitt mest framkomna av sínum slagi á marknaðinum júst nú, er gáva frá granskingarverkætlanini til krabbameinsambulatoriið. Granskingarverkætlanin er stuðlað av Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðul og privatum fyritøkum og skal kanna virknaðin at nýta ultraljóðsvegleidda innanæðra atgongd til æðrarnar hjá krabbameinssjúklingum í sambandi við krabbameinsviðgerðina.
2/4/2024
Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum
Ein nýggj kanning við heitinum ”Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum”, sum er gjørd fyri føroyskar lungnakrabbasjúklingar í árunum 2015 til 2020, vísti ábendingar um, at tað tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa staðfest lungnakrabba og at verða settir í viðgerð. Eisini vísti kanningin, at føroyskir menn fáa staðfest lungnakrabba á hægri stigi (at sjúkan er meiri framkomin) enn føroyskar kvinnur.
25/1/2022
Krabbameinsfelagið stuðlar ílegugransking av bróstkrabba
Endamálið við verkætlanini er at finna og lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum. Krabbameinsfelagið hevur júst stuðlað verkætlanini við 300.000 kr, harav eru 100.000 kr frá Bót til Bata, sum er ein bólkur fyri kvinnur við bróstkrabba.
21/12/2021
NORDCAN – Krabbameinshagtøl fyri Norðanlond
NORDCAN er en database med kræftstatistik for de nordiske lande; Danmark, Finland, Island, Norge, Sverige, Færøerne og Grønland.
15/2/2021
At liva við krabbameini - ein kanning av tørvinum á krabbameinsendurmenning í Føroyum (2008)
Brot út kanningini: Í Visjón 2015 verður sagt, at málið fyri vælferð er: At fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi. Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur umstøðar fyri góðum livikorum í einum væl skipaðum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfestið millum øll verða sett í hásæti.
12/6/2019
NCU veitir stuðul til gransking á krabbameinsøkinum
Norðurlendski krabbameinsfelagsskapurin NCU veitir fíggjarligan stuðul til verkætlanir, ið stimbra samstarv í granskingini av krabbameini í norðurlendsku londunum. Ein treyt er, at verkætlanin fevnir um granskarar, sum arbeiða í tveimum ella fleiri norðurlendskum londum.
29/4/2019
Nýggj vitan um, hvussu illkynjaðar blóðsjúkur arvast
Í februar mánað var ein vísindalig grein almannakunngjørd í røðini Scientific Reports hjá Nature, sum lýsir nýggja vitan um, hvussu illkynjaðar blóðsjúkur arvast.
23/4/2019
Týðandi verkætlan um, hvørjum stuðli føroyskir krabbameinssjúklingar hava brúk fyri
Nýggj kanningarverkætlan staðfestir, at tað, sum er týdningarmest at fáa avgreitt í sambandi við sjúkugongdina hjá krabbameinssjúklingum, er:
23/4/2019
Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands
Í mars í 2018 hevði Fríði Jensen áhugaverda framløgu fyri Krabbameinsfelagnum, um verkætlan, ið hann, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen hava gjørt. Verkætlanin er um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað, at fáa viðgerð uttanlands.
23/4/2019
Nýggj ph.d. verkætlan um krabbamein í Føroyum
Tann 1. mars byrjaði Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eina nýggja ph.d. verkætlan, sum er stuðlað av Team Rynkeby, Krabbameinsfelagnum og Sjúkrakassagrunninum.
21/12/2016
Tordis Kristiansdóttir granskar innan bróskrabba í Føroyum
Epidemiology of breast cancer in the Faroe Islands in the period 1984–2012
9/12/2015
Kostverkætlan á B6
Kostverkætlanin á B6 er ein granskingarverkætlan um orku- og proteinríkan kost til innlagdar sjúklingar. Matur skal vera ein týðandi partur av viðgerðini.