Spyr.fo

Spyr.fo stuðlar Krabbameinsfelagnum.

Skráset teg á Spyr.fo og stuðla Krabbameinsfelagnum. Tú skalt einki gjalda. Einasta treyt er, at tú hevur snildfon.

Spyr.fo er nýggjur og øðrvísi háttur at gera skjótar og bíligar spurnarkanningar millum føroyingar.

Hvørja ferð fyritøka, stovnur, felagsskapur ella onnur gera eina spurnarkanning umvegis Spyr.fo, stuðla tey samstundis Krabbameinsfelagnum. Kanningarnar verða svaraðar á fartelefonini. Tann, sum ger spurnarkanningina, letur Krabbameinsfelagnum 4 kr. fyri hvønn, sum svarar.

Tað einasta, tú skalt gera, er at skráseta teg og svara, tá ið tú fært spurningarnar sendandi.

Spurnarkanning 2018:
Føroyingar og vælgerandi endamál

78% av føroyingum stuðla hjálparfelagsskapum og 56% stuðla sjúklingafeløgum. Kvinnur stuðla oftari enn menn, men menn lata størri upphæddir enn kvinnur. Hetta vísir nýggj kanning, sum Krabbameinsfelagið og Spyr.fo hava gjørt, um hvørja støðu føroyingar hava til vælgerandi endamál og sjálvboðið arbeiði.