33.000 krónur til Krabbameinsfelagið

Á hvørjum ári skipar 10. flokkur í Vestmanna fyri einari verkætlan, har latið verður upp til flokkin at gera av, hvat arbeitt verður við. Og í ár varð gjørt av at talan skuldi vera um eina felags verkætlan.
- Vit hildu, at Krabbameinsfelagið arbeiðir við einari góðari sak, og tað var meiriluti fyri, at gera eina innsavning, har peningurin skuldi fara til hendan sjálvbodna felagsskapin. Vit kenna øll onkran, sum er raktur av sjúkuni, sigur Bjartur Isaksen.
Tað eru 14 dagar síðani, at verkætlanin tók form, og í síðstu viku var skipað fyri einari tónleikacefé í Vestmanna, har ymiskt varð seld, og eisini skipaði flokkurin fyri tombola.
Í morgun kundi 10. flokkur so handa formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, ein kekk áljóðandi 33.245,50, sum er úrslitið av peningainnsavnanini.
Formaðurin var sum vera man fegin um hesa óvæntaðu hjálpina og segði, at felagið hevur ovmikið av uppgávum at nýta peningin til, og nýtti eisini høvið at takka Vestmanna skúla og 10. flokki fyri stórfingnu gávuna.
(Mynd og grein: Leo Poulsen, portal.fo)