4men stuðlar Føroya Felag Móti Krabbameini

2/9/2008

Stuðulsavtalan varðir frá 1. September í ár til 31. August komandi ár. Hetta tíðarskeið gevur 4men.fo fimm krónur í stuðuli fyri hvørja bílegging, sum handilin fær.Til ber eisini at keypa grøn stuðulsgummiarmbond í internethandlinum hjá 4men.fo. Øll sølan av armbondinum fer óskerd til Føroya Felag Móti Krabbameini.

- Vit valdu frá byrjan, at 4men.fo skuldi verða ein øðrvísi internethandil. Tískil fall tað okkum sera natúrligt at lata ein part av søluni víðari sum stuðul til ymisk vælgerandi endamál í Føroyum, sigur Allan Manai frá 4men.fo.4men.fo er nýggjur internethandil, sum selur vørur til persónliga røkt til góðskutilvitandi mannin.

Føroya Felag Móti Krabbameini vónar, at hetta samstarv kann vera við til at fáa kunningina um krabbamein út til enn fleiri menn. Umframt at stuðulin sjálvandi kemur væl við.

Heimasíðan hjá internethandlinum er: www.4men.fo