60.000 kr. frá Stjørnuni

Peningurin kom inn herfyri, tá Stjørnan í sambandi við landskappingardyst móti Kyndli savnaði inn pening til stríðið móti bróstkrabba.
Handbóltsfelagið Stjørnan vil fegið varpa ljós á, at bróstkrabbi kann raka okkum øll. Eftir at ein av leikarunum hjá Stjørnuni í summar fekk staðfest bróstkrabba, vildu liðfelagarnir gera okkurt fyri at vísa henni sín stuðul, og samstundis vera við til at gera mun í stríðnum móti bróstkrabba. Tær tóku stig til at spæla ein dyst í blusum við bróstkrabbasloyfuni á, og haðani vaks tiltakið.
Allar inntøkur fyri atgongumerki til dystin,umframt annar stuðul, ið varð latin í høllini ella fluttur á konto í sambandi við tiltakið, bleiv savnaður saman, og í sambandi við dystin sunnudagin, lat Kristoffur Ragnarsson formaður í Stjørnuni Heidi Hvibro forkvinnu í Bót til bata kekkin á 60.000 kr.
Krabbameinsfelagið takkar fyri henda stóra stuðul og fegnast um, at okkara ítróttafólk hevur tikið dystin upp ímóti krabbameini.