Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Aftur í ár fekk Team Rynkeby Grunnurin handa metstóran upphædd frá Team Rynkeby Føroyar

26/9/2020

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, sigur soleiðis:

“Ferðin, sum tit fóru undir í september í 2019, skuldi enda í París. Men soleiðis bleiv tað ikki.

At enda í París var ikki fremsta málið við ferðini hjá tykkum. Fremsta málið er at hjálpa børnum, sum eru hættisliga sjúk. Og einki sleppur at steðga tykkum. Tit duga at finna uppá ráð. Tíbetur.

Takk, at tá ið París glapp tykkum av hondum, so mistu tit ikki børnini úr eygsjón.

Takk. Tí eisini í ár eru tað børn, sum hava brúk fyri tykkara hjálp.”

Tíðindaskrivið hjá Team Rynkeby Føroyar kann lesast her.