Aftur opið hús hjá Krabbameinsfelagnum
1/10/2009

Við á fundinum verður Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur. Hon fer at tosa um, hvørji sálarlig árin tað hevur at fáa staðfest álvarsliga sjúku, og um hvussu ein víðari í lívinum kann nýta og venda hesum til nakað jaligt.
Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, týskvøldið 20. oktobur 2009 kl. 18.00
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 19. oktobur kl. 15.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo