Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Altjóða fokus á stomi

3/10/2009

Stomi og tabu

Stomi merkir, at eitt stykki av tarminum ella bløðru verður lagt út ígjøgnum búkveggin, og ein stomisjúklingur má tí liva við einum posa á búkinum til land og skarn. Hetta brek er framvegis merkt av tabu, og kann tí vera trupult at tosa um. Endamálið við altjóða stomidegnum er júst at kunna um, hvat stomi í veruleikanum er, og at seta fokus á, at til ber at liva bæði væl og leingi, og eitt heilt vanligt lív við stomi.  

Flestu teirra, sum fáa stomi, eru eldri enn 50 ár, og ofta er orsøkin krabbamein. Men eisini ung kunnu fáa stomi orsakað av kroniskum tarmbruna, eins og nýføðingar kunnu fáa stomi, eru teir føddir við álvarsomum breki í tarmunum.  

Roknað verður við, at á leið 2 promillu av fólkinum hevur stomi, sum svarar til á leið 100 føroyingar.  

Krabbameinsfelagið og stomi

Krabbameinsfelagið hevur øll árini veitt hjálp og vegleiðing til fólk, ið hava fingið stomi – tað vil siga lagt tarm ella bløðru út á síðuna. Av tí at felagið metti, at tað var ein almenn uppgáva at taka sær av hesum sjúklingabólki, fór felagið í 1996 undir samstarv við Landssjúkrahúsið við tí endamáli, at fáa sett á stovn eitt stomiambulatorium, sum er dagdeild fyri stomi.  

Í 1998 lat dagdeildin upp, tað fyrsta árið tó sum ein royndarverkætlan. Fólk tóku ógvuliga væl ímóti hesum tilboði, og royndirnar vóru so mikið góðar, at hetta var komið fyri at vera. Krabbameinsfelagið fegnast stórliga um ambulatoriið, tí hetta ger, at tænastan til fólk við stomi er á góðum og fakliga høgum støði.  

Stomiambulatoriið á  Landssjúkrahúsinum hevur opið ein dag um vikuna - hvønn hósdag seinnapart.

Stomibólkurin

Undir Krabbameinsfelagnum er Stomibólkur, sum ein av sjálvhjáparbólkunum. Endamálið við bólkinum er at fólk við stomi kunnu veita stuðul og góð ráð til onnur, sum koma í somu støðu. Bólkurin hevur fund nakrar ferðir árliga, og skipar av og á fyri hugnaløtum, fyrilestrum e.l. fyri sjúklingar og avvarðandi.

Stomibólkurin er við í norðurlendskum samstarvi, og skipaði í fjør fyri norðurlendskum fundi í Føroyum, har á leið 25 fólk við stomi úr øllum norðurlondum luttóku.