At liva við krabbameini: Endurmenning

3/9/2008

Kanningin byggir á spurnabløð og samrøður; 65 sjúklingar hava svarað spurnablaði. Samrøður eru gjørdar við 15 sjúklingar og 6 avvarðandi.

Endamálið við kanningini er at kortleggja upplivingarnar hjá tí sjúka í sambandi við , at sjúkan er vorðin ein partur av teirra gerandisdegi, og at koma fram til niðurstøður, sum kunnu nýtast til gagns fyri sjúklingin og avvarðandi hansara.

Endurmenning kann vera við til at skapa framtíðarútlit fyri øll, sum nú og í framtíðini skulu liva við krabbameini. Í niðurstøðuni er eisini eitt tilmæli um, hvussu felagið heldur, at endurmenning av krabbameinssjúklingum eigur at fara fram.

Í Visjón 2015 verður sagt, at málið fyri vælferð er: At fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi. Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugar umstøður fyri góðum livikorum í einum væl skipað um vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfesti millum øll verða sett í hásætið.
Henda visjónin eigur eisini at vera galdandi, tá i ein borgari skal liva við krabbameini, annaðhvørt hann er raktur av sjúkuni sjálvur ella er avvarðandi og tí hevur tørv á onkrum eyka út yvir tað, sum sjúkuviðgerðin krevur. Endurmenning er at seta inn neyðug tiltøk, júst tá tann sjúki ella avvarðandi hevur tørv á tí. Málið er, at bæði tey sjúku og avvarðandi skulu hava møguleika fyri at liva eitt vanligt lív, lagað eftir teirra umstøðum.

Okkara vón er, at úrslitið av kanningini kann virka við til, at tilboðini, sum samfelagið bjóðar fram, verða betri skikkað til at veita ymisk sløg av miðvísari endurmenning, sum kann nøkta tørvin hjá tí einstaka.

Føroya felag móti krabbameini tekur fegið lut í orðaskiftinum um, hvussu samfelag okkara best kann endurmenna tey, ið eru rakt av krabbameini og avvarðandi teirra, har tað at liva við krabbameini er ein veruleiki.