Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Atlantic Airways Tórshavn marathon

11/5/2021

Atlantic Airways Tórshavn marathon

Um 5 vikur renna vit Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Vit renna marathon, 1/2 marathon, 10 ella 5km, ella vit ganga 1/2 marathon. Tað er ikki ov seint at melda til.

Til Atlantic Airways Tórshavn Marathon ber aftur í ár til at ganga 1/2 marathon. Tað verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið. Av hvørjari tilmelding fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið. So kom og stuðla hesum góða endamáli, samstundis sum tú gongur ein góðan túr.

Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar? So kanst tú renna 10 ella 5 km runt í býnum. Atlantic Airways Tórshavn Marathon er fyri øll

Í ár er Atlantic Airways Tórshavn marathon bara fyri fólk, sum búgva í Føroyum.

Tilmelding fer fram her

Tímir tú ikki at ganga ella renna? Okkum tørvar eisini vaktir

Ring á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo um tú hevur hug at hjálpa.