Bente Klarlund Pedersen rørdi við 200 fólk

Bente Klarlund Pedersen hevur granskað í heilsu og rørslu í mong ár, og hon hevur í stóran mun verið við at seta dagsskránna innan fólkaheilsu. Danski yvirlæknin og professarin hevði nógv við sær á temadag hjá Krabbameinsfelagnum & Havnar Svimjifelag fríggjadagin 5. november 2010.
Við einum dømi fyri og øðrum eftir, øll vísindaliga kannað og staðfest, greiddi hon áhoyrarunum frá, hví tað er so umráðandi at liva sunt og røra seg. Boðskapurin er, at tað ofta eru tey smáu tingini í gerandisdegnum, sum gera munin. At vit ikki skáka okkum undan at røra okkum. At vit viðhvørt ganga til handils ella til bakaran, at vit taka trappurnar, heldur enn lyftina. Og at vit ganga ein lítlan túr, heldur enn at seta okkum í sofuna. Góðir vanar – at eta sunt, røra seg, ikki drekka ov nógv og lata vera við at roykja – kunnu leggja heili 14 ár afturat lívinum. Harafturímóti er ein 60 ára gamal við vánaligum vanum í eins stórum vanda fyri at doyggja í morgin sum ein sunnur 74 ára gamal.

Rørsla og sunnur lívsstílur kann, meira enn nakað annað, vera við til at fyribyrgja sjúku. Í dag doyr útvið 12. hvør av orsøkum, sum eru beinleiðis avleiðingar av manglandi rørslu. Eisini er tað vísundaliga staðfest at rørsla og sunnur lívsstílur er við til at fyribyrgja hjartasjúkur, høgt blóðtrýst, tunglyndi, tarm- og bróstkrabba, demens og sukursjúku. Hetta eru alt viðurskifti, sum Bente Klarlund Pedersen á fangandi og sannførandi hátt legði fram fyri áhoyrarunum á temadegnum.
Manglandi rørsla sæst eisini aftur í samfelagsbúskapinum. Manglandi rørsla kostar árliga danska samfelagnum fleiri enn tríggjar milliónir sjúkradagar og heilsuverkinum fleiri enn tríggjar milliardir krónur. Umskriva vit tølini til føroyska samfelagið, eru eisini nógvar orsøkir til at vit her heima skulu røra okkum. Gongdin seinnu árini hevur verið til tað skeiva, og heimsheilsustovnurin WHO metir, at við verandi gongd er okkara ósunni lívsstílur um tíggju ár orsøk til 70 prosent av øllum sjúkum. Tí er neyðugt at gera nakað.
Tað eru tó fleiri spírar at hóma. Eitt nú hevur Havnar Svimjifelag í eina tíð skipað fyri rørslusvimjing. Á temadegnum greiddi Sigurð Lamhauge frá, hvussu rørslusvimjararnir javnan verða kannað fyri kondi, puls, vekt osv. Formaðurin í Havnar Svimjifelag var fegin um tær royndir og úrslit, sum higartil eru komin burturúr.

Teir 200 áhoyrararnir vóru samanumtikið samdir um, at talan var um eitt áhugavert og viðkomandi evni í dagsins samfelag, ið Havnar Svimjifelag og Krabbameinsfelagið settu á breddan við temadegnum. Feløgini fingu eisini eina fløvandi heilsan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, sum setti temadagin.

Fleiri nýttu høvið at seta spurningar, og kjakast var millum annað um, hvønn og hvussu aktivan leiklut myndugleikar og samfelagið sum heild eiga at hava fyri at bøta um fólkaheilsuna hjá hvørjum einstøkum av okkum. Áhoyrararnir fingu nakað heim aftur við sær, og vónandi kann temadagurin bera ávøkstur, soleiðis at vit øll gera eitt sindur afturat, okkara egnu fólkaheilsu at frama.
Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag vilja í sama viðfangi takka Trygd fyri at hava stuðla tiltakinum
vinarliga
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum og Sigurð Lamhauge, formaður í Havnar Svimjifelag