Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bindihugni hjá Krabbameinsfelagnum

15/3/2024

Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Mikudagin 20. mars kl. 18.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein. Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.

Vit fáa eitt lítið ábit, ein góðan drekkamunn og hugna okkum saman.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi týsdagin 19. mars kl. 16.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo. Tú kann eisini boða frá umvegis sosialu miðarnar hjá Krabbameinsfelagnum.