Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bókaframløga á Reinsarínum

31/10/2023

Fríggjadagin 3. november kl. 16.15 verður avisøgan um Sannu Dahl lækna løgd fram á Reinsarínum. Sanna Dahl var ein av stovnarunum av Krabbameinsfelagnum. Sanna nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld og seinni var hon við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.

Løtan á Reinsarínum verður, sum vanligt er, skipað við  tónleiki og samrøðum.

Ævisøguna um SANNU DAHL hava feðgarnir Martin og Flóvin þór Nygaard Næs skrivað.

Um bókina sigur Sprotin

SANNA DAHL - Læknin ein og hundraðtals hermenn

Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini.

Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn, lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.

Samstundis er søgan um Sannu ein lýsing av miðvísa stríði hennara at røkka sínum málum, hóast umstøðurnar ikki altíð vóru til vildar. Sanna var fødd undir fyrra heimsbardaga og tók prógv sum lækni undir seinna heimsbar-daga. Undir kalda krígnum tók hon sergrein innan fyri røntgen, og sum fyrsti føroyski røntgenlæknin var hon við til at leggja lunnar undir tað føroyska sjúkrahúsverkið, ið vit njóta gott av tann dag í dag.

Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir seinna heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum.

Bókin er skrivað við støði í samrøðum og rúgvismikla brævasamskiftinum, sum Sanna hevði við familju og vinir.

Anna og Angelica geva okkum tónleikin á tiltakinum.

Gev tær stundir eftir loknan arbeiðsdag, og áðrenn tú fert til hús, at njóta eina góða løtu á Reinsarínum.