Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bólkur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba

28/5/2026

At fáa boðini “tú hevur krabbamein” er ræðandi og ávirkar alla tilveruna. At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun og okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri samrøðubólki fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba.

Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum. Bólkurin byrjar hósdagin 20. august 2026.

Tíðirnar fyri bólkin eru: hósdagi 20. august, hósdag 8. oktober, hósdag 12. november, hósdag 10. december og hósdag 14. januar 2027. Allar dagarnar frá kl. 13.00 til 15.00. Vit halda til á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Melda til niðanfyri.

Tilmelding

Takk fyri tilmeldingina

Vit seta okkum í samband við teg, um tað verður neyðugt. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 317959, ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Okkurt gekk galið. Royn aftur.