Bólkur fyri ung ímillum 18-39 ár, sum hava ella hava havt krabbamein

17/5/2025

At vera ungur og hava krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin og seinfylgjur við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.v Hetta eru sera vanligir spurningar.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á og deila ymiskar upplivingar við tey, sum eru í somu støðu sum tú, sum skilja teg.

Hetta kann minka um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan kunnu gerast størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.

Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum.

Bólkurin hittist aftur mikudagin 4. juni 2025 kl. 13.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Boða frá luttøku, áðrenn týsdagin 3. juni kl. 15.00 á telefon 317959, send eini sms til telefon 217957 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo