Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bót til bata bjóðar til hugnaløtu

12/10/2023

Vælkomnar til hugnaløtu hjá Bót til bata

Bót til bata bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein, til hugnaløtu mánakvøldið 16. oktober frá kl 19.00 – 21.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Kom og hoyr Jónfríð Olsen, fysioterapeut og kandidat í fólkaheilsuvísund greiða frá um týdningin av venjing tá ein hevur krabbamein. Við Jónfríð verður kvinna, sum hevur luttikið í venjing fyri kvinnur við bróstkrabba.

Eisini verður møguligt at ogna sær blusu ella sokkar, sum Bót til bata hevur til sølu í samstarv við EINSTAKT.

Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959, sms á telefon 217956, teldupost til kmf@krabbamein.fo ella á sosialu miðlunum hjá Krabbameinsfelagnum, innan mánadagin 16. oktober kl. 12.00.