Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bót til bata bjóðar til opið hús 16. apríl 2009

15/3/2009

Felagið vil fegið røkka so nógvum kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba, sum til ber; tí vónar bólkurin, at nógvar kvinnur taka av tilboðinum. Endamálið er at hava eina hugnaliga løtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp. Og royndirnar eru, at kvinnurnar eru fegnar um at koma saman á henda hátt, siga umboð fyri Bót til bata.

Bót til bata er sjálvhjálparbólkur undir Føroya felag móti krabbameini. Bólkurin varð stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðan. Í bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

Opið hús verður í hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn hósdagin 16 apríl kl 10-12 Hevur tú hug at taka lut, vinaliga boða frá áðrenn 15/4-09 á telefon 317959, 217959 ella 217957, ella í telduposti: ffk@krabbamein.fo