Bót til bata opið hús

Endamálið er at hava eina hugnaløtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør arðari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Royndir av hesum tiltakið siga, at kvinnurnar eru fegnar um at koma saman á henda hàtt.
Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Krabbameinsfelagnum. Bólkurin var stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðani. Ì bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til arðar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbameini í brósti.
Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn fríggjadagin 9 oktober kl 10 – 12 . Hevur tú hug at taka lut, vinarliga boða frá áðrenn 7 oktober á telefon 317959, 217959, 217957, ella á teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
Krabbameinsfelagið
Heiði Hvidbro, formaður í Bót til Bata