Bót til bata opið hús

Sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata bjóðar øllum kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba, til opið hús 8. apríl kl 10-12 í Krabbameinsfelagnum.
Felagið vil fegið røkka so nógvum kvinnum, ið hava havt bróstkrabba, sum til ber, og vónar bólkurin, at nógvar kvinnur taka av tilboðinum. Endamálið er at hava eina hugnaløtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Limur frá bólkinum Bót til Bata, byrjar við at siga um evnið :” Børnini í mun til tann sjúka”, útfrá egnum royndum.Royndir av hesum tiltakið siga, at kvinnurnar eru fegnar um at koma saman á henda hàtt.
Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Krabbameinsfelagnum. Bólkurin var stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðani. Ì bólkinum eru kvinnur, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til arðar kvinnur, ið eru ella hava verið í viðger fyri krabbameini í brósti.
Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, mikudagin 8 apríl. frá kl 10 – 12 . Hevur tú hug at taka lut, vinarliga boða frá áðrenn 7. apríl, á telefon 317959, 217959, 217957, ella á teldupost: ffk@krabbamein.fo