Bót til Bata opið hús

Felagið vil fegið røkka so nógvum kvinnum, ið hava havt bróstkrabba, sum til ber, og vónar bólkurin, at nógvar kvinnur taka av tilboðinum.
Endamálið er at hava eina hugnaløtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Limir úr bólkinum Bót til Bata fara at nema við evnið : ” Tá eftirviðgerðin er liðug , hvat so ? ”, útfrá egnum royndum.
Royndir við hesum tiltaki siga, at kvinnurnar eru fegnar um at koma samam á henda hàtt.
Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Krabbameinsfelagnum. Bólkurin var stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðani. Ì bólkinum eru kvinnur, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til arðar kvinnur, ið eru ella hava verið í viðger fyri krabbameini í brósti.
Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, hóskvøldið tann 6 maj kl. 19.00 . Hevur tú hug at taka lut, vinarliga boða frá áðrenn 5. maj , á telefon 317959, 217959, 217957, ella á teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
Krabbameinsfelagið/ Bót til Bata