Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Dagur fyri makar hjá Krabbameinssjúkum

3/1/2012

18. januar kl. 14- 17. Dagur fyri makar hjá krabbameinssjúkum

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at skipa fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. Her kunnu tey hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar.

Tiltøkini verða í hølunum hjá felagnum, Grønlandsvegur 58 í Tórshavn.Tey, ið eru áhugað at vera við ella ynskja at vita meira um tiltakið, eru vælkomin at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo Seinasta freist at melda til er 17. jan kl. 12.