Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Dagur fyri teg, sum hevur mist makan

6/10/2010

Málið við hesum degi er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum gevur, og gjøgnum samtalur við onnur í líknandi støðu, at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina. Um tey, sum luttaka hendan dagin, ynskja tað, verður avtalað at hittast aftur.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til krabbameinsfelagið, so taka vit eitt prát og greiða nærri frá.

Ring á telefon 317959, 217957 ella skriva teldupost: krabbamein@krabbamein.fo