Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

FAMILJUHUGNI Í SARPUGERÐI

17/5/2022

Vit byrja dagin kl. 11.00 við eini góðari máltíð í felagshúsinum í Sarpugerði. Gjøgnum dagin fara vit at hava ymiskar aktivitetir vøllinum og spæliplássinum og sjálvur BUBU kemur at vitja. Vit enda dagin við at bowla og eta ein betri bita í Bowlinghøllini í Leirvík.

Tiltakið er ÓKEYPIS

Kom og hugna tykkum saman við okkum, ring á telefon 317959 ella skriva okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo og boða frá luttøku innan hósdagin 16. juni kl. 15.00.

Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini.

Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og  at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.