Felags gongutúrur í Trongisvági
20/9/2026

Mikudagin 7. oktober kl 16.00 verður skipað fyri felags gongutúri í Trongisvági - øll eru vælkomin.
Vit møtast á P-plássinum sunnanfyri barnagarðin. Lættur túrur eftir áargøtuni og gjøgnum viðarlundina. Kaffi og smákøkur verða at fáa í viðalundini á veg heimaftur.
Samband: Hildur Túná telefon 222057