Fleiri krabbameinsviðgerðir í Føroyum

Talan er um at bjóða kemoterapeutiska viðgerð móti bróstkrabba, prostatakrabba og lungna- og magakrabba.
Í dag fáa sjúklingarnir kemoterapi uttanlands og koma síðani beina leið aftur til Føroyar. Sjúklingar, ið fáa hesa viðgerð, eru javnan uttanlands; ofta upp í 12 ferðir um árið. Í viðmerking sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður:
“Vit arbeiða støðugt við at menna føroyska sjúkrahúsverkið, so vit kunnu veita sjúklingunum so góða tænastu sum gjørligt. Ein partur av menningini er at bjóða viðgerðir í Føroyum, tá tað er fakliga ráðiligt og fíggjarliga skynsamt. Mett verður, at tað altíð er ein fyrimunur fyri sjúklingin at vera í sínum nærumhvørvi og tætt upp at sínum nærmastu, tá álvarsom sjúka rakar.
Fyrr í ár fóru vit undir at veita skurðviðgerðir móti bróstkrabba í Føroyum, og nú taka vit næsta stigið á leiðini, har vit bjóða fleiri krabbameinsjúklingum kemoviðgerð heima í Føroyum.
At umleið 30 krabbameinssjúklingar nú sleppa undan at fara av landinum í viðgerð, er vónandi ein stórur bati í sváru tíðini hjá sjúklingunum og teirra avvarðandi”.
Gongdin við at víðka um hetta tilboðið er í samsvari við Krabbameinsætlanina frá 2009. Ætlanin er, at viðgerðin kann setast í verk um ársskiftið, og í hesum sambandi er broytingaruppskot til fíggjarlógina latið fíggjarnevndini.
Tíðindaskriv, Heilsumálaráðið, tann 30. november 2010