Føroya Felag Móti Krabbameini vitjaði løgmann

14/11/2008

Ein spennandi verkætlan, sum felagið er partur av, er sonevnda Krabbameinsætlanin. Arbeiðið at gera eina ætlan fyri alt krabbameinsøkið fór av bakkastokki í september í ár, og verður eftir ætlan liðugt 1. juli næsta ár.


Ætlanin skal í høvuðsheitum lýsa hvussu fyribyrging, diagnostikkur, kanning, viðgerð, uppafturvenjing og linnandi viðgerð skulu skipast. Á fundinum greiddi Óluva Zachariassen, samskipari, løgmanni frá ætlanini og hvussu langt er komið ávegis.

Løgmaður legði dent á, at hann metti arbeiðið hjá Føroya Felag Móti Krabbameini vera stórt, rúgvusmikið og sera týðandi, og fegnast felagið um hesa jaligu støðu løgmans til átøkini hjá felagnum.