Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Føroysk umboðan í ECL

10/11/2010

Á aðalfundi í Porto í Portugal 30. oktober varð Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, valdur í aðalnevndina fyri ECL. Hann varð valdur, sum umboð fyri norðurlendsku krabbameinsfeløgini (NCU).

ECL varð sett á stovn í 1980 og føroyska Krabbameinsfelagið hevur havt fullan limaskap síðan 2000.

Tilsamans eru 21 lond limir í felagskapinum. Feløgini í ECL brúka tilsamans 850 milliónir evrur í bardaganum móti krabbameini. Tilsamans hava feløgini 2.550 fólk í løntum starvi umframt 200.000 sjálvboðin.

Aðalendamálið hjá felagsskapinum er at fylgja við og ávirka heilsupolitikkin í Europa. Høvuðssætið er í Brússel.

Teir fimm limirnir í aðalnevndini eru úr Írlandi, Bulgaria, Cypern, Turkalandi – og nú eisini úr Føroyum. Formaður er onkologurin og proffessarin Tezer Kutluk úr Ankara.

Tak niður mynd í størri stødd