Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fríggjadagin var Krabbameinsfelagið á fundi hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

14/3/2023

Fríggjadagin var Krabbameinsfelagið á fundi hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Á fundinum kunnaði Krabbameinsfelagið um virksemið hjá felagnum, og tey umrøddu nýggju krabbameinsætlanina. Krabbameinsfelagið fegnast um, at krabbameinsráðið er sett og farið til verka.

Eftir fundin segði landsstýriskvinnan:

"Eg eri sera takksom fyri, at vit hava eitt felag sum Krabbameinsfelagið í Føroyum. Krabbameinsfelagið er ein stórur stuðul hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi hjá teimum, tá ið mótloysið og stúran ofta taka ræði."