Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fundur var 23. apríl fyri menn, ið hava ella havt krabbamein í prostata.

27/4/2012

Mánakvøldið 23. apríl kl. 19.00 skipaði  bólkurin " Menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba" fyri einum fundarkvøldi. Á skránni var sum vanligt prát og hugnalig samvera.

Endamálið við bólkinum er m.a.: At koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, og veita hjálp til sjávhjálp, umframt at savna vitan um krabbamein í prostata, upplýsa um fyribyrging og skipa fyri ymsikum tiltøkum.

Fundurin var í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn. Allir menn, ið hava ella hava havt krabbamein í prostata eru vælkomnir. Lýst verður á heimasíðuni, tá tíðin nærkast til næsta fundarkvøld.