Fyrilestur um húðkrabba og móðurmerkjakrabba
Tilburðir av húðkrabba í Føroyum eru øktir sera nógv seinastu árini, og serliga er móðurmerkjakrabbamein í vøkstri.
Bæði Island og Føroyar høvdu fyrst í 1990unum tey lægstu norðurlendsku tølini fyri móðurmerkjakrabbamein, men meðan miðaltølini fyri hini norðurlondini hava ligið i stað, eru tey íslendsku eksploderaði, og tey føroysku eru eisini á veg uppeftir.
Sólin er høvðusorsøkin til øktu tilburðirnar av húðkrabba. Hóðast sóltímarnir í Føroyum eru færri enn aðrastaðni, vita vit, at sólin er minst líka sterk her ella kanska sterkari. Tí eru hyggjuráðini at verja húðina væl, tá ið sólin skínur, og ansa eftir ikki at vera ov leingi í sólini.
Umframt at fólk eru ov nógv úti í sólini, hava vit nú eisini kunstigar sólir. Og altjóða kanningar hava staðfest, at solarium økir vandan fyri móðurmerkjakrabba. Tildømis vísti Hans H. Storm yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse, ið var í Føroyum fyrr í ár, á norska kanning, sum staðfestir júst hetta.
Føroya Felag móti Krabbameini fær javnan fyrispurningar frá fólki, sum hevur móðurmerkjakrabba og ynskja at tosa við onnur í somu støðu. Felagið metir tí, at tíðin er komin at seta á stovn ein bólk fyri tey, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabba. Hetta verur gjørt á fundinum mikukvøldið 20. august, og ætlandi møtist bólkurin fyrstu ferð seinni í heyst.
Tilmelding til tiltakið fer fram hjá Føroya Felag móti Krabbameini.Telefon 317959 ella 217957 áðrenn 19. august klokkan 15.