Fyrilestur við kenda fótbóltsleikaranum Ebbe Sand
Í fyrilestrinum fer hann at tosa um sína fótbóltskarrieru og, hvussu hann kom fyri seg aftur eftir sjúkuna.
Ebbe Sand var bert 26 ára gamalur, tá hann fekk staðfest krabbamein í steinunum. Hetta var í 1998, tá hann var á danska tindunum sum framherji á danska landsliðnum.
Ebbe Sand var heppin at fáa viðgerð alt fyri eitt og við miðvísari venjing, kom hann fyri seg aftur. Longu nýggju mánaðir eftir at krabbameinið varð staðfest, varð hann seldur týska fótbóltsfelagnum Schalke 04 sum yrkisleikari. Hann var toppskorari í Superliguni í 1997/98 og í Bundesliguni í 2000/01 og spældi við Schalke 04 fram til 2006.
Ítróttarjournalistarnir á Ekstra Blaðnum útnevndu í fjør Ebba Sand sum besta spælara nakrantíð í Superliguni.
Ebbe Sand kemur til Føroya at halda skeið fyri fótbóltsvenjarum, og tað er í hesum sambandi at almenni fyrilestur eisini verður.
Her fer hann millum annað at greiða frá hvussu hann - hóast tað var hart bæði kropsliga og sálarliga - megnaði at spæla fótbólt á hægsta støði eftir at hava fingið staðfest krabbamein.
Í fjør tók Ebbe Sand við sum hjálparvenjari hjá Mortani Olsen á danska A-landsliðnum, har hann nú er álopsvenjari og coach. Umframt hetta rekur hann coaching-fyritøkuna Achievers.