Gentur verða koppsettar móti lívmóðurhálskrabba
4/3/2009
Í samráð við Landslæknan havi eg mett, at nú játtanin til endamálið bleiv so tepur, so er rættast at byrja við teimum 14 ára gomlu. Men tað er mín vón, at vit framyvir fáa hækkað játtanina, soleiðis at fleiri árgangir kunnu fáa tilboðið um koppsetan, leggur landsstýrismaðurin aftrat.
Koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba verður framd hjá kommunulæknanum.
Koppsetingin krevur trý prik, sum skulu gerast yvir eitt hálvt ára skeið.
Gentur, føddar í 1995, kunnu, tá tær eru fyltar 14, seta seg í samband við kommunulæknan viðvíkjandi koppsetingina.
Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum