Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Góða Roykilóg

1/7/2026

Í dag, 1. juli í 2026, hevur tú í 18 ár passað uppá okkum.

Ímynda tær, at starvsfólkini í vøggustovuni, dagrøktini, barnagarðinum ella skúlanum royktu millum børnini? At tað ikki hevði borið til at sloppið undan tubbaksroyki á arbeiðsplássinum? Í flogfarinum? Ella á matstovum?

Ímynda tær, um Løgtingið ella landsstýrisfólkið í heilsumálum hevði lagt uppskot fram um at fara aftur til tíðina, áðrenn tú komst í verðina?

Tá hevði verið eitt ramaskríggj, roknar tú ikki við tí?

Takk fái tey, sum á sinni høvdu dirvi og rygg at geva tær hesi amboðini, so at tú kanst passa uppá okkum.

Vit mugu passa uppá børnini

Tú hevur eisini uppgávuna at passa serliga væl uppá tey, sum eru yngri enn 18 ár. Tú sigur, at tað er ikki loyvt at selja teimum ella lata teimum tubbaksvørur.

Har mugu vit við sorg sanna, at tað verður ikki lurtað væl eftir tær. Fyri næstan hálvumøðrum ári síðani kannaði ein 15 ára gomul genta hetta, tá ið hon var í praktikk í Kringvarpi Føroya. Hon fór í 15 handlar, og 12 av teimum framdu lógarbrot. Tað eru 80%!

Tá roknaðu vit báðar við, at hetta fóru Løgtingið og Landsstýrið ikki at lata um seg ganga. Men gakk! Hesi 18 árini, síðani tú sást dagsins ljós, hava tey einki gjørt. Einki, so at tú betur kanst passa uppá okkum. Og serliga passa uppá børnini.

Eisini mugu vit sanna, at vit liva í einum landi, har einki er ásett um, hvussu gomul tey skulu vera, sum sita við kassan og selja tubbaksvørur. Í nógvum handlum eru tað børn. Tað er púra burturvið.

Samgongan, sum akkurát er farin til verka, nevnir teg ikki við einum orði í samgonguskjalinum.

Hvat heldur tú, at tey munnu hugsa fyri sær?

Tað er ein av teirra uppgávum at geva tær amboðini at passa uppá børnini. At gera alt tað, tey eru ment, at syrgja fyri, at børnini ikki sleppa at keypa og fáa tubbaks- og nikotinvørur. At børnini verða vard fyri allar teir skaðar, sum tubbaks- og nikotinvørur elva til.

Føðingardagsynski

Nú veit eg ikki, hvørji føðingardagsynski tú hevur, men eg fari at loyva mær at gita.

Man ikki eitt av teimum vera, at tú fært amboð og verður dagførd, so tú veruliga fært vart børn okkara og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbaks- og nikotinvørum?

Hvørki tubbaksídnaðurin ella handilsvinnan fara at gera tað.

Tað eru bara tey, sum sita í Løgtinginum, sum kunnu gera tað. Eyðdis kann hjálpa teimum, tí hon kann leggja uppskot fram í Løgtinginum.

Og tað er nógv, tey kundu gjørt. Nógv, sum í øllum førum vit báðar halda, at tey skulu gera.  

Tey skulu tryggja, at tað verður avmarkað, hvørjir handlar hava loyvi at selja tubbaks- og nikotinvørur. Eisini sigur tað seg sjálvt, at børn skulu ikki selja tubbaksvørur.

Tey skulu tryggja, at tubbaks- og nikotinvørur bara verða seldar teimum, sum eru minst 18 ár. Skjáttan er uppfunnin, við samleikakortinum, og hon ger tað til eitt spæl at vísa samleikaprógv.

Fremja teir handlar, sum fáa søluloyvi, lógarbrot, so skal tað sjálvandi revsast harðliga.

Fyri 18 árum síðani varð bannað at roykja innandura nógvastaðni. Nú, 18 ár seinni, er tíðin komin, at tað verður avmarkað, hvar tað er loyvt at roykja úti -  heldur tú ikki tað? Millum annað, har børn spæla, har fólk savnast og har matstovur borðreiða.

Tubbaks kostar mannalív

Tað er ikki av ongum, at tú varð sett í verðina. Tí kostnaðurin av tí skaða, sum tubbak elvir til, kann illa gerast upp í pengum. Og tann kostnaðin rinda vit øll, so ella so.

Millum ringastu sjúkurnar, sum tubbak elvir til, eru hjarta- og æðrasjúkur, lungnasjúkur og ikki at gloyma krabbamein.

Syrgiliga sannroyndin er, at krabbamein er tann sjúkan, sum krevur flest mannalív í Føroyum. Vit vita, hvør størsta orsøkin er til krabbamein. Tað er tubbak.

Jú, jú – tey eru góð við børn!

Tey, sum sita í Løgtinginum og í Landsstýrinum? Eru vit ikki samdar um báðar, at tað kann ikki passa annað, enn at tey eru góð við børn? Ordiliga góð við børn. Og for hundarnar mugu tey eisini vilja verja tey og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbaks- og nikotinvørum – so tey sleppa undan at verða bundin og fáa teir skaðarnar, sum hetta ber í sær.

Tey, sum sita í Løgtinginum og Landsstýrinum, vita eisini, at tað eru tey – og bara tey – sum kunnu og skulu gera tað. Herða roykilógina.

---

Enn einaferð hjartaliga til lukku við árinum.

Takk fyri títt megnar avrik tíni fyrstu 18 ár.

Vit mugu báðar hava álit á, at ryggur er í teimum kvinnum og monnum, sum nú ráða – so tey fara at loyva tær at passa enn betur uppá børn okkara í árinum, sum tú nú setur hol á.

Blíðan byr.

Heilsan
Durita
Krabbameinsfelagið