Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gongur seint at seta krabbameinstiltøk í verk

28/6/2023

Forkvinnan í Krabbameinsfelagnum og landsstýriskvinnan í heilsumálum vóru í Breddanum 6. juni 2023

Tað gongur seint at seta í verk nøkur av teimum 69 tilmælunum í krabbameinsætlanini, sum undanfarni landsstýrismaður í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fekk.

Møguleikin fyri at yvirliva krabbameinssjúku í Føroyum er verri enn í øðrum norðurlondunum.

- Politikarar mugu taka ábyrgd og gera nakað við krabbameinsøkið, heldur forkvinnan í Krabbameinsfelagnum, Durita Tausen.

Durita Tausen og Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, kjakaðust um evnið í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her.