Gongutúrur í Hoydølum hósdagin 18. september kl. 16.30

15/9/2025

Hósdagin byrjar nýggi gongubólkurin hjá Krabbameinsfelagnum.

Kroppsliga:

·  Betra konditión og styrkja mótstøðuførið

·  Minka um møði og geva orku

Sálarliga:

·   Minka um strongd

·   Økja um trivnað og kensluna av væveru

·   Styrkja samveru við onnur, sum skilja tína støðu

Hetta er heilsufremjandi, tí fara vit at skipa fyri túrum við jøvnum millumbilum. Túranir verða lýstir nakrar dagar frammanundan, alt eftir veðurforsøgnini. Kann gerast neyðugt við heitum klæðum og gonguskógvum hesa ársins tíð.

Vit byrja við túrum seinnapart, men laga tíðspunktið og longd eftir ynskjum hjá luttakarum.

Fyrsti túrðurin byrjar á parkeringsøkinum við Gróðurstøðina, Hoyvíksvegur, hósdagin 18. september kl. 16.30.

6. oktober verður stóra innsavningin hjá Krabbameinsfelagnum ‘Saman um krabbamein’ send beinleiðis í KVF. Í Hesum sambandi verður eitt filmsbrot framleitt um Krabbameinsfelagið og tey tilboð felagið hevur. Framleiðarin hevur spurt um tey kunnu gera upptøku frá gongutúrinum. Talan er um stemningsmyndir frá løtuni vit eru saman, tað veður ikki fokusera uppá persónar, men heldur tað at koma saman. Tað er heilt í lagi um man ikki ynskir at vera við til upptøkurnar, tú kann saktans koma við túr fyri tað, vit vóna tó at nøkur hava hug at vera við at lýsa hvat felagið ger.