Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gott nýggjár!

12/1/2010

Ovurstóra undirtøkan til átakið “Føroyar móti krabba” er eitt prógv um, at føroyingar veruliga standa sum manngarður um felagið, og tað eru vit sera takksom fyri.  

Umframt størstu innsavning í 30 ára longu søgu felagsins, hendi nógv annað spennandi í 2009. Eitt nú varð krabbameinsætlanin løgd fram, skjøtul varð settur á gransking um bróstkrabba millum føroyskar kvinnur, vit vóru á Lívsstílsmessu og høvdu eina røð av øðrum upplýsandi átøkum, og sum altíð vóru hjálparbólkarnir virknir. Og hetta var eisini árið, tá vit sleptu Føroya Felag Móti Krabbameini og staðfestu kallinavnið Krabbameinsfelagið. Í okkara tíðindasavni ber til at lesa um drúgva virksemið í farna ári.

Einki av hesum hevði verið veruleiki uttan arbeiðsorku og styrk frá okkara hollu stuðlum. Vit takka tykkum hjartaliga, og ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, har vit gleða okkum til gott samstarv.  

Vegna Krabbameinsfelagið  

Jákup N. Olsen, formaður og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari