Granska bróstkrabba í Føroym

Bróstkrabbi er tað slagi av krabba, sum rakar flest kvinnur. Tíggjunda hvør kvinna fær hesa álvarsomu sjúku, og tí hevur Krabbameinsfelagið valt at stuðla gransking í bróskrabba. Felagið letur 200 000 kr til granskingarverkætlanina.
Endamálið er millum annað at finna útav hvørji sløg av bróstkrabba serliga gera um seg í Føroyum, títtleikin av hesum, um vandatættir og hvussu bróstkrabbi rakar ymiskar aldursbólkar.
Sammet við okkara grannalond, føða føroyskar kvinnur fleiri børn, og eru tær í miðal yngri, tá tær gerast mammur. Hetta verður mett at kunna fyribyrgja bróstkrabba. Hinvegin eru ættarbondini tøtt, og tí er vandi fyri, at tey sløgini av bróstkrabba, sum eru arvalig, eru meira vanlig her enn aðrastaðni. Tí verður í kanningini leitað eftir teimum mest vanligu ílegufrábregdum, sum kunnu elva til bróstkrabba. Hesin partur av granskingini verður gjørdur í samstarvi við Ílegusavnið, ið hevur gjørt ein ættardátugrunn við føroyingum, ið hava livað seinastu 300-400 árini.
Tað er læknin Tordis Christiansen, sum fer at standa á odda fyri bróstkrabbagranskingini. Í kanningini verða allir tilburðir av bróstkrabba árini 1984-2009 kannaðir, og eftir ætlan verða fyrstu úrslitini klár at almannakunngera komandi summar. Úrslitini kunnu fáa stóran týdning í mun til fyribyrging og viðgerð fyri bróstkrabba.
Árliga fáa fleiri enn ein millión kvinnur kring heimin staðfest bróstkrabba. Í Føroyum er talið 20-25 kvinnur árliga, tær allar flestu eru eldri enn 30 ár. Bróstkrabbi rakar eisini í einstøkum førum mannfólk.