Gransking í sálarligum løstum

So kunnu tit vera við til at savna størri vitan og menna amboð at hjálpa børnum við sálarligum løstum. Heitt verður við hesum á tykkum um at lata børn tykkara luttaka í granskingarverkætlan, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur, nú setur sjøtul á.
Endamálini við verkætlanini eru millum annað at menna amboð at kanna børn og ung millum 6 og 18 ár fyri sálarligar løstir, at kanna hvørjar hendingar, ið seta djúp sálarlig spor, og í hvønn mun tey verða merkt av teimum álvarligu hendingum, teimum hevur verið fyri.
Tað er av alstórum týdningi, at vit fáa størri vitan um børn og ung innan hetta øki, soleiðis at til ber at hjálpa teimum, sum hava tørv á tí.
Les frágreiðing frá Tóru Petersen um granskingina her