Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Heilsumálaráðið hevur gjørt ein faldara, har kunnað verður um tilboðið til gentur um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein. Í faldaranum verður m.a. kunnað um, hvør hevur

2/7/2009

Heilsumálaráðið sendi fyrr í vikuni kommunulæknum, apotekunum, Landsapotekaranum og Krabbameinsfelagnum nøkur eintøk av faldaranum, sum kunnu latast viðskiftafólki. Faldarin kann eisini síggjast við at trýsta her.

Sambært kunngerð nr. 7. frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum og kunngerð nr. 84 frá 6. juni 2009 um broyting í kunngerð um koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, kunnu gentur, sum eru føddar 1. januar 1995 ella seinni, verða koppsettar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabbamein, tá tær hava fylt 14 ár. Koppsetingin skal verða liðug, áðrenn gentan fyllir 15 ár. Gentur, sum eru føddar í 1993 og 1994, kunnu verða koppsettar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabbamein. Koppsetingin skal verða liðug í seinasta lagi 30. juni 2010. Um gentan ikki er liðugt koppsett innan ásettu tíð, rindar hon sjálv fyri tann partin av koppsetingini, sum restar í. Gentur, ið eru føddar í 1993 og 1994 og sum hava goldið fyri koppseting fyri HPV, kunnu fáa endurgjald fyri hesar útreiðslur. Kvittanir og upplýsingar um navn á gentuni, føðingardagur, dato fyri koppseting og navn á kommunulækna skulu sendast til Heilsumálaráðið. Eitt umsóknarblað um endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við koppseting liggur á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo.