Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hjartamál at geva Sjúklingahotellinum súkklur

11/5/2021

Hjartamál at geva Sjúklingahotellinum súkklur

Leygardagin var ein serstøk løta á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.

Tá fekk hotellið handaðar tvær christianiasúkklur, sum fólk, ið búgva á hotellinum, kunnu brúku.

Hugskotið eigur Frida Solbjerg Augustinussen, ið er umboð í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum og partur av Team Rynkeby Føroyar liðnum í ár.

Sonur teirra, Jónhard, hevur verið í krabbameinsviðgerð.

Síðani 2018, tá familjan flutti heim aftur til Føroya, hevur tað at skaffa eina súkklu til sjúklingahotellið verið ynski og hjartamál hjá Fridu.

Í samstarvi við Team Rynkeby Føroyar og Ítróttarfelagið Treysti kom hon á mál.

Lena Halling, leiðari á Sjúklingahotellinum, fekk lyklarnar til súkklurnar á lítlari samkomu leygardagin.

Vit eru ógvuliga takksom fyri hesa gávuna, sigur leiðarin. Tað hevur verið saknur í hesum møguleikanum.